Mynd: EPA

USA til reiðar at seta Norður Korea uppá pláss

Jens Hákun Leo

14.04.2017 - 16:00

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

USA er til reiðar at skjóta við krússararakettum mótvegis Norður Korea, um stýrið í Norður Korea fremur fleiri kjarnorkuroyndarspreingingar.

Hetta siga fleiri høgtstandandi dulnevndar keldur í amerikonsku fregnartænastuni, sambært NBC, í kjalarvørrinum av, at stýrið í Norður Korea fyrr í vikuni hevur boðað frá, at ein stór hending er í væntu.

Amerikanskir embætismenn hava herundir gitt, at norðurkoreanska stýrið hevur lagt til rættis eina nýggja kjarnorkuroyndarspreinging – møguliga longu komandi vikuskifti.

Og í gjár boðaði so eftirlitsbólkurin 38 North frá, at Norður Korea er til reiðar at fremja eina kjarnorkuroyndarspreinging í norðara parti av landinum.

Amerikanskar fregnartænastukeldur upplýsa í hesum sambandi fyri NBC News, at tvey amerikansk hernaðarskip liggja til dystin fús í økinum uttanfyri koreansku hálvoynna, og at eitt av teimum liggur góðar 500 kilometrar frá økinum, har Norður Korea eftir ætlan skal fremja kjarnorkuroyndarspreingingarnar.

Amerikonsku hernaðarskipini eru før fyri at skjóta tær sokallaðu Tomahawk krússararakettirnar, sum eisini vórðu nýttar í tí amerikanska álopinum ímóti einari flogstøð nærhendis býnum Homs í farnu viku.

Pentagon sýtir fyri at viðmerkja hesi tíðindini hjá NBC News.