Útbygging av Rosebank við markið kann vekja áhuga fyri Føroyum aftur


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

23.08.2017 - 15:30

Oljan >


Tíðindi/Analysa.

Blaða vit aftur í føroyskari oljuleitisøgu, tá finna vit nøkur felags sereyðkenni: at oljuleiting, oljufund og oljuútbyggingar eystan fyri markið á bretska landgrunninum hesi seinastu 25 árini hava verið ein av afturvendandi katalysatorunum fyri áhuganum at leita eftir kolvetnum í føroysku undirgrundini. Tá stórar oljukeldur eru funnar skamt frá markinum og milliardaíløgur eru gjørdar í framleiðslu, hevur spurningurin verið reistur bæði heima í Føroyum og í altjóða oljuumhvørvinum: hví ikki eisini føroysku megin markið!

Nú í nøkur ár hevur verið rættiliga nógv virksemi hinumegin markið, bæði við seismiskum kanningum, leitiboringum og útbyggingum. Íløgur eru gjørdar fyri hundraðtals milliardir kr.

Um sama mundið hevur leitivirksemið á føroyska landgrunninum gingið nærum stig fyri stig ella hevur ligið heilt stilt. Nú latið er upp fyri eini nýggjari spennandi útbjóðing her hjá okkum, koma so bráddliga kærkomnu tíðindini um, at eitt av heimsins størstu oljufeløgum, Chevron, ætlar at gera álvara av at útbyggja risastóru oljukelduna Rosebank, sum liggur tætt við føroyska markið. Og vit kunnu av røttum spyrja, um ikki henda sannroynd kann vera við til enn einaferð at varpa nýtt ljós á aftur føroysku undirgrundina!

Oljuútbygging fyri 80 mia. kr.

Amerikanski oljurisin, Chevron, sum fyrr hevur verið partur av føroysku oljuleitingini, kunnger nú um dagarnar, at tað er sera sannlíkt, at stóra oljukeldan skamt frá føroyska markinum, Rosebank, verður útbygd til framleiðslu. Hetta sigur eitt av oddafólkunum hjá felagnum í samrøðu við høgt virda blaðið ”Financial Times”, og hava úttalilsini fingið nógvar altjóða oljumiðlar at rudda forsíðurnar. Tí ein íløga uppá 80 mia. kr. í eina oljukeldu á djúpum vatni á Atlantsmótinum eru veruliga stórtíðindi í oljuhøpi, ikki minst nú avleiðingarnar av lækkandi oljuprísum hava fingið fleiri av stóru oljufeløgunum at leggja fleiri útbyggingar av oljukeldum á hillina. Og fyri bretska oljuídnaðin eru tíðindini sera kærkomin, nú fleiri av stóru oljufeløgunum hava selt burtur av sínum ognum í Norðsjónum og skapt iva um framtíðina hjá hesum fyrr so gullrandaða oljuøki. Fleiri av teimum, sum hava gjørt viðmerkingar til tíðindini, vísa á, at hetta í veruleikanum merkir, at alt økið vestan fyri Hetland, eisini oftani kent undir heitinum Atlantsmótið, gongur eini bjartari framtíð á møti. Tí ber til at útbyggja Rosebank við vinningi fyri eygað, so fer tað at lata upp nógvar dyr til hetta stóra økið, Atlantsmótið, ið Føroyar eisini eru partur av.

Og her skulu vit so heldur ikki gloyma, at talan er um okkara næsta grannalag. Ein Rosebank útbygging í næstum kann nevniliga skapa eins stóran áhuga fyri Føroyaøkinum, sum tað áhuga tað skapti, tá henda oljukeldan varð funnin í 2004.

Rosebank eingin dvørgur

Rosebank er eingin dvørgur í oljuhøpi. Her er talan um eina keldu, sum goymir í minsta lagi 300 mió. tunnur av olju, helst nógv meira. Hon varð funnin í 2004 av Chevron, Dong og OMV og liggur bara fáar kilometrar frá føroyska markinum. Oljan liggur m.a. millum basaltløg ella í basaltinum, og er henda sannroynd eisini av stórum týdningi fyri leiting í føroyska basaltinum.

Feløgini hava síðani tey raktu við olju, borað nýggjar avmarkingarbrunnar við tí fyri eygað einaferð í framtíðini at kunna fara undir eina útbygging. So stórar vóru vónirnar til hesa kelduna, at Chevron gjørdi sáttmála við suðurkoreanska skipasmiðju um at byggja eitt framleiðsluskip, FPSO, fyri 15 mia. kr.

Men so kom prískreppan í 2014, sum gjørdi, at verkætlanin varð løgd á hillina. Hetta varð eisini av mongum tikið sum eitt tekin um, at Rosebank verkætlanin varð slept med alla. Tað hevur kortini verið arbeitt við at kunna gera verkætlanina bíligari og hevur hetta eisini eydnast so mikið væl, at hon í dag kann gerast 30% bíligari ella enn meira enn upprunaliga verkætlanin vísti. Nú oljuprísurin hevur lagt seg í eina heldur støðuga legu millum 50 og 55 dollarar, hevur tað eisini skundað undir arbeiðið við Rosebank. Og seinasta útmeldingin, sum nú kemur í Finacial Times, ber boð um, at oljufeløgini aftur eru farin at trúgva uppá Atlantsmótið tvs. í hesum førinum økið vestan fyri Hetland. Ikki tí, oljufeløg sum BP, Shell og Total hava gjørt risastórar íløgur vestan fyri Hetland seinastu árini í útbygging og nútímansgerð av eitt nú oljukeldunum Foinaven, Schiehallion eins og útbygging av nýggjum oljukeldum í Clair økinum og síðani gassútbyggingina Laggan Tormore.

Halda vit nú fast við Rosebank, so hevur har verið stór útskifting í eigaraskapinum. Eitt skifti varð Statoil partur av loyvinum saman við Dong og OMV. Nú er einki av hesum trimum feløgunum við longur. Onnur feløg hava keypt ognarlut í loyvinum. Hesi eru Suncore, Sicca Point og Ineos. Sum skilst ganga tey øll inn fyri at útbyggja kelduna, og hevur hetta fingið fyristøðufelagið Chevron at taka verkætlanina fram aftur og seta út í kortið av nýggjum. Fyrr hevur eitt framleiðsluskip verið bílagt, men prískreppan gjørdi, at tann sáttmálin varð uppsagdur. Nú sigur Chevron so, at tey seinni í hesum árinum fara at biðja um tilboð at byggja eitt FPSO-skip, sum skal standa fyri framleiðsluni á Rosebank. Væntandi verður støða tikin til eina endaliga íløgu í seinasta lagi í fyrru helvt av 2019.

Tíðindini frá Chevron verða sera væl móttikin í bretska oljuídnaðinum. Mike Tholen, ein av stjórunum í Oil & Gas UK, sum er felagið, ið umboðar alla oljuvinnuna í Bretlandi, sigur við oljumiðilin ”Energy Voice”, at avgerðin hjá Chevron at fara undir aftur útbyggingarætlanina á Rosebank er eitt gott dømi um, at Norðsjógvurin og økið vestan fyri Hetland eru kappingarfør við onnur oljuøki kring heimin. Hann sigur, at Rosebank letur upp aftur fyri møguleikum á bretska landgrunninum og vísir, at tað enn eru fleiri møguleikar her.

“Rosebank is an exciting resource in the UK continental shelf that could open up a fresh area on the west of Shetlands. The fact that Chevron continues to progress the project is proof that the UKCS has improved its competitiveness and that there are significant opportunities for the future,” vísir Tholen á.

Herfyri segði stjórin í BP, Bob Dudley, at økið vestan fyri Hetland er eitt av kjarnuøkjunum hjá felagnum. Sí her endurgeving í Energy Voice í Skotlandi nýliga:

” ’BP’s chief executive Bob Dudley recently insisted his company’s commitment to the North Sea remained “rock solid” og vísti miðilin á, at ”The area west of the Shetlands — where Rosebank is situated — is of particular interest to many oil majors as it is considered a final frontier where sizeable discoveries are still possible. Many have picked up licences this year.”

Føroyar inn í myndina

Og her koma Føroyar so eisini inn í myndina. Tey, sum kenna til føroysku oljusøguna, minnast, at tað vóru ma. oljufund hinumegin markið, í bretskum øki, sum fingu oljufeløg at hyggja henda vegin. Ein kann rudduliga siga, at oljuleiting, fund og útbyggingar í grannalagnum hava verið og eru framvegis ein duraopnari til eina føroyska oljuframtíð.

Tað er tí eisini rætt av føroyskum myndugleikum at fylgja væl við í tí, sum fer fram eystan fyri markið. Tess størri virksemi har, merkir, at oljufeløg trúgva uppá eitt øki, sum er granni til føroyska landgrunnin. Nú Rosebank aftur kemur undan kavi, so eigur tað at geva okkum enn meira bjartskygdni, tí vit her kunnu fáa infrastruktur so nær markinum. Ein útbygging av Rosebank merkir í veruleikanum, at smærri fund føroysku megin markið, kunnu bráddliga gerast lønandi, um tey kunnu gera brúk av bretska infrastrukturinum í grannalagnum. Fyri ikki at tosa um psykoligisku avleiðingarnar av, at eitt stórt fund verður útbygt nærum á gáttini til føroyska landgrunnin og teir ringar í sjógvin hetta kann seta fyri føroyska oljuleiting.

Tað er eisini greitt, at útmeldingin frá Chevron nú, umframt tær mongu útbyggingarnar og leitingin eystan fyri markið hjá øðrum oljufeløgum so sum BP, Shell og Total, kunnu geva oljufeløgum sum heild blóð uppá tonnina og fara at síggja Føroyaøkið eisini sum part av eini spennandi framtíðar oljuprovins, ið røkkur úr Hetlandi til Føroya og seinni enn longur suður og vestur til eitt nú fjarskotnu (frontier) økini við Rockall.

Hetta er so eisini tann vegurin, sum føroyskir myndugleikar royna at ganga, nevniliga at fáa oljufeløg at síggja føroyska landgrunnin sum ein týðandi part av nýggja Norðsjónum, tvs. økið millum Hetland og Føroyar, sum fleiri eygleiðarar hava doypt til tann nýggja Norðsjógvin, nú oljan í upprunaliga Norðsjónum er við at vera uppi.

Føroyar lagt nógva nýggja vitan fram

Spennandi verður at fylgja við og frætta, hvussu gongur hjá føroyskum myndugleikum at marknaðarføra 4. útbjóðingina. Higartil er so eitt miðvíst granskingar- og kanningararbeiði gjørt av data frá landgrunninum umframt at roynt hevur verið at fáa ein gevandi dialog við altjóða oljufeløg. Herfyri var stórt kunningartiltak í London, har fitt av oljufeløgum møttu upp. Hesi feløgini hava so tíðina fram til 17. februar í 2018 til at finna fram til, um tey skulu søkja um loyvi at leita á føroyska landgrunninum komandi árini.

Kann tað hugsast, at oljufeløg, sum higartil hava arbeitt aðrastaðni kring heimin, nú seta kósina móti Atlantsmótinum og her eisini føroyska landgrunninum við vón um at gera stór fund eins og Rosebank í grannalagnum. At tey síggja Atlantsmótið sum ein framtíðar oljulandslut við sera stórum potentiali. Oljufeløg hava oftani sera ymiskar uppfatanir av undirgrundini. At nøkur av stóru oljufeløgunum eru rýmd úr Føroyum merkir ikki, at onnur harvið ongan áhuga hava fyri hesum stóra og óroynda økinum. Tvørturímóti kann tað gera tey uppaftur meira forvitin. Og nýggja vitanin, sum føroyskir myndugleikar hava arbeitt seg fram til, kann eisini vera ein góður duraopnari. Eitt so stórt øki sum tað føroyska, sum liggur tætt upp at stórum oljukeldum, fer uttan iva framhaldandi at hava áhuga fyri nøkur ella fleiri av altjóða oljufeløgunum. Um tað so verður í hesum umfarinum, tvs. í tí 4. Útbjóðingini ella tey heldur ynskja at bíða til eina 5. alla eina 6. útbjóðing, tað vil bara tíðin vísa.

Enn er ov tíðliga siga nakað um hesa tilgongd, men tíðindi sum tey frá Chevron um útbygging av oljukeldu skamt frá føroyska markinum, eru avgjørt kærkomin. Tey fáa okkum at minnast aftur á undanfarnar útbjóðingar á føroyska landgrunninum seinastu 15 árini, har stór oljufund á bretska landgrunninum av álvara vóru við til at seta gongd á føroyska oljuleiting.