Útbyggja oljukeldur fyri 125 mia. kr.


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

06.08.2017 - 13:52

Oljan >


Hóast tvífalt so lágan oljuprís sum fyri góðum tveimum árum síðani, so tykist tað ikki sum um henda neiliga prísgongdin hevur ávirkað útbyggingarætlaninar hjá oljufeløgum, ið arbeiða á norska landgrunninum. Sambært Stavanger Aftenblad vænta myndugleikarnir at fáa 10 umsóknir í ár um útbyggingar fyri 125 mia. kr. Bara fyrra halvár í ár er søkt um útbyggingarloyvi fyri 43,9 mia. kr. í mun til útbyggingarætlanir fyri alt árið í fjør uppá 26 mia. kr.

Olju- og orkuráðharrijn Terje Søviknes sigur við Aftenbladet, at hetta er ein sera jalig gongd, sum bæði fer at skapa meira arbeiði og skapa virði til samfelagið.

Ein orsøk til stóra íløguhugin er, at oljufeløg saman við veitingarfeløgum hava tikið avleiðingarnar av tí lága oljuprísinum og hava megnað at rationalisera og effektivisera útbyggingar. Eitt dømi um slíka útbygging, sum fyrr varð løgd á hillina vegan lágan oljuprís og stóran kostnað er Johan Castberg feltið í Barentshavinum. Har hevur Statoil so megnað at lækka kostnaðin við meira enn eini mia. kr. og verður útbyggingin tí eisini tikin av aftur hillini.

Taka vit einstakar kostnaðir so sum boring av framleiðslubrunnum, so eru teir lækkaðir sera nógv og eru við til at gera útbyggingar, sum fyrr ikki løntu seg, lønandi aftur. Helst fara vit at síggja somu gongdina, tá talan er um oljuleiting.