Útfluttu fyri næstan 8 milliardir krónur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Redaktion

17.02.2017 - 12:41

Tíðindi > Vinnulívið

Fyrsta uppgerð av samlaða útflutningurin fyri 2016 vísir, at útflutt er fyri næstan 8 mia.kr. Vøksturin er meiri enn 1 mia.kr. ella 16%.

Tað er serliga laksurin, sum ger mun, tá útflutningsvirðið verður gjørt upp.

Hetta sigur Hagstova Føroya á heimasíðu sínari í dag.

Hagstovan sigur, at í virði er laksaútflutningurin vaksin 31%; t.e. 862 mió.kr. samanborið við árið fyri. Í 2016 varð laksur seldur fyri næstan 3,7 mia. kr., og svarar tað til næstan helvtina av øllum fiskavøruútflutninginum.

Tað er, sambært Hagstovuni, eisini útflutt meiri av uppsjóvarfiskasløgunum makreli og svartkjafti, meðan sildaútflutningurin er minkaður nakað. Útflutningurin av makreli fór í fjør fyri fyrstu ferð upp um eina mia.kr.

Bólkurin annar fiskur er minkaður 100 mió.kr. í 2016, meðan bólkurin fiskaúrdráttir er vaksin 137 mió. Í ein ávisan mun er her talan um flyting ímillum bólkarnar vegna nýggju vøruskránna, sum kom í gildi 1. jan 2016.

Botnfiskasløgini toskur, upsi og hýsa eru minkað í virði, men vaksin í nøgd, sigur Hagstovan at enda.