Hamferð (Mynd: KvF)

Útgávukonsertin hjá Hamferð verður send í sjónvarpinum í kvøld



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

21.05.2018 - 10:56

Mentan > Mentan > Konsertir

Í mars kom nýggjasta fløgan, "Támsins likam", hjá vælumtókta bólkinum Hamferð út.

Í tí sambandi var ein útseld útgávukonsert hjá bólkinum í Sjónleikarhúsinum í Havn. Kringvarpið var til staðar á konsertini, og í kvøld sendir Kringvarpið útgávukonsertina hjá Hamferð í sjónvarpinum. 

- Kom við okkum til eina sterka, inniliga og framúrskarandi konsert í kvøld klokkan 22.10, skrivar Kringvarpið um konsertina. 

Konsertin kann eisini stroymast á netinum á kvf.fo.