Útisetar eisini møguleika at síggja verjurøðu holubúgvans



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

13.05.2018 - 15:16

Mentan >

Leikurin "Verjurøða holubúgvans" verður sýndur í Aalborg tann 23. mai. Tað sigur føroyingafelagið í Aalborg, sum eitur Álaborg á heimasíðuni.

Verjurøða Holubúgvans er ein skemtileikur, ið er mest spældi einmannsleikurin á Broadway.
Leikurin, sum er týddur til heili 50 mál, er samstundis ein hugvekjandi, rørandi og viðkomandi leikur, sum nógv fara at kenna seg aftur í. Uml. 7.000 føroyingar hava verið til leikin í Føroyum, og nú fáa útisetar í Norður Jyllandi eisini møguleikan.

Leikurin verður sýndur á Det Hem’lige Teater’.

Leikari: Jákup Dahl
Leikstjóri: Ria Tórgarð
Ljós/Ljóð: Árni Baldvinsson
Framleiðslustjóri: Súsanna Tórgarð