Mynd: Rakul Odmarsdóttir Berg

Útlendingastovan gevur út integrasjónsbókling


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Redaktion

21.04.2017 - 10:55

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Annað

Útlendingastovan gevur nú út bókling til útlendingar á føroyskum við heitinum “Nýkomin til Føroya”. 

Hetta boðar hon frá í tíðindaskrivi til Portalin, har hon ger greitt, at hetta er føroyska útgávan av enska bóklinginum “New to the Faroe Islands”, sum samstundis kemur út í aðru útgávu við einstøkum dagføringum.

Bóklingurin snýr seg um viðkomandi upplýsingar frá almennum stovnum og ymsum tænastuveitarum. Í høvuðsheitum snýr tað seg um hesar sjey partar:

At flyta til Føroya
Frálæra í føroyskum og føroyskari mentan
Arbeiði
Heilsa
Børn, skúli og útbúgving
Ferðafólkaflutningur og aðrar tænastur
Frítíð

Útlendingastovan sigur víðari, at til hvørt evni eru fleiri tilvísingar, til hvussu ein kemur í samband við stovnin ella tænastuna, ein hevur brúk fyri. Til dømis kunnu nevnast heilsutænastur í Føroyum, tøka tulkatænastu, og hvussu ein t.d. stovnar eina bankakonti o.s.fr.

Bóklingurin er fyrst og fremst ætlaður tilflytarum og teirra familjum, men kann annars eisini vera eitt hent amboð hjá øðrum, so sum starvsfólkum, ið hava við tilflytarar at gera.

Bóklingurin, ið er 93 síður til longdar, er eisini tøkur í talgildum formi á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni, bæði á enskum og nú eisini á føroyskum máli. Harumframt verður hann lagdur út á einstøkum almennum stovnum og hjá kommunum verður hann handaður útlendingum, sum fáa p-tal.