(Mynd: Bjartur Vest)

New York Times og Le Monde til nýggjárshald í Vági

Sverri Egholm

27.12.2017 - 22:10

Mentan > Mentan > Miðlar & fólk

Nýggjárshaldið í Vági er uttan iva tað størsta og kendasta nýggjárshaldið í Føroyum. Hvørt ár leita hundraðtals fólk sær til Vágs á nýggjárinum at uppliva hetta forkunnuga tiltak á ársins síðstu nátt.

ÍÍ ár hava fleiri útlendskir journalistar og myndafólk eisini boðað frá, at tey koma til Nýggjárshaldið í Vági.

Millum hesi er amerikanskur journalistur og myndamaður/filmsmaður, sum m.a. ætlar at skriva grein til New York Times um Nýggjárshaldið í Vági. New York Times hevur umleið 9,3 milliónir lesar av dagligu útgávuni og er størsta avís í USA og 18. mest lisna avís í heiminum.

Nýggjárshaldið í Vági fær eisini vitjan av fronskum journalisti og myndamanni, sum hevur skrivað greinar til stóra franska blaðið Le Monde. Le Monde telist millum størstu avísir í Fraklandi. Eisini hesin hevur ætlanir um at fáa greinar um og myndir frá nýggjárshaldinum í Vági í fleiri ymiskar miðlar.

Tiltakið hevur fleiri ferðir verið umrøtt í norðurlendskum miðlum, og fyri 4 árum síðani var Nýggjárshaldið í Vági eisini umrøtt í CNN, tá mynd, sum Reidar Joensen tók, varð víst í CNN. Eisini freelance myndafólk hava verið í Vági á nýggjárinum, drigin av stórslidna tiltakinum.

Tað skriva fyrireikararnir av tiltakinum á heimasíðuni nyggjar.com.