Útlendskt ferðafólk - Perfekt, høvdu summi sagt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

19.05.2017 - 18:01

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Á heimasíðuni The Guardian er ein grein um bestu strendurnar í Evropa, har lesarar geva feriuráð. Millum fimtan aðrar evropeiskar strendur er Saksun.

- Millum bestu strendurnar í Evropa eru ein niðurlendsk oyggj og Føroyar, saman við strondum við bláum sjógvi og himmalskum sólskini í Miðjarðarhavinum.

- Hetta plássið er so magiskt, at tað átti at verið lutað við óttaleysum ferðafólki, skrivar ferðamaðurin.

- Í ábærdu Føroyum eru nógv pláss, sum eru verd at síggja, men onki fangaði mítt hugflog sum Saksun, ein fjarskotin bygd á høvuðsoynni. Á einum tignarligum fjørði við himmalhøgum fossum, ein strond og ein hópur av føroyskum smáttum við flagtaki, er tað veruliga ein annar heimur.

So berlig, sum hon er størstan part av árinum, kundi tað ikki verið meir øðrvísi frá strandarlívinum í Miðjarðarhavinum. Perfekt, høvdu summi sagt.

Síggj greinina hjá The Guardian her