Partarnir samráðast saman við semingstovninum á Hotel Føroyum. Hendan myndin varð tikin í gjár, tá partarnir møttust eftir langan steðg í samráðingunum (Mynd: Sverri Egholm)

Útlit fyri semingsuppskoti í kvøld

Sverri Egholm

13.01.2018 - 16:57

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Væntandi verður farið undir at skriva semingsuppskot í kvøld. Tað upplýsir Terje Sigurðsson, semingsmaður, fyri Kringvarpinum.

Í løtuni arbeiða fólk í bólkum, og skulu venda aftur til semingsmenninar klokkan 20 í kvøld.

Eftir hetta verður farið undir at skriva semingsuppskot, sum so kann leggjast fyri partarnar seinni í kvøld ella í nátt, væntar Terje Sigurðsson. 

Hetta kann sjálvandi broytast um okkurt nýtt kemur fram.