Útlit til handilsstríð millum USA og Evropa

Ingi Samuelsen

02.03.2018 - 08:32

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Partabrævamarknaðurin í Asia fall í morgun við trimum prosentum eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, í gjár boðaði frá at hann fer at seta í gildi revsitoll á stál og aluminium.

Ætlanin er at hækka tollin á stáli við 25 prosentum og á aluminium við 10 prosentum. Hækkingarnar fáa gildi frá í næstu viku, skrivar Reuters.

Boðini frá forsetanum eru ikki so vælkomin, eitt nú í Evropa, har ES-nevndarformaðurin, Jean-Claude Juncker var skjótur at gera viðmerkingar.

- ES fer at svara aftur í skundi fyri at verja okkara áhugamál, segði Juncker.

Hækkaði tollurin kann vera byrjanin til eitt handilskríggj millum USA og ES, tí væntað verður at ES fer at svara aftur við revsitolli á útvaldar amerikanskar vørur.

Danska TV2 skrivar, at hetta er ikki annað enn tað, sum Donald Trump lovaði í valsstríðnum, og sum hann fekk nógvar atkvøður fyri, nevniliga at verja størvini í stálídnaðinum.

Tíðindini fingu beinanvegin ávirkan á alheims virðisbrævamarknaðin. Í Tokyo fall kursurin á Nikkei-listanum við trimum prosentum, skrivar Reuters.

Eisini partabrøvini í fyritøkunum, sum framleiða bilar fullu nógv. Toyota-partabrøvini lækkaðu eitt nú 2,4 prosent.

Búskaparfrøðingar og íleggjarar bera ótta fyri, at lond, sum hava stóran samhandil við USA, eitt nú Evropa, Kina og Kanada, fara at koma við mótsvarum.

- Heimurin stendur á tromini til eitt handilskríggj. Tað er soleiðis búskaparligar niðurgangstíðir byrja, sigur Robart Carnell, greinari hjá ING fígjarfyritøkuni í Singapore.

Stjórnin í Kanada boðaði beinanvegin frá, at landið fer at svara aftur, um USA hevjar tollin á stáli og aluminium. Sambært Bloomberg News er Kanada størsti útflytari av hesum vørubólkum til USA.