Útlit til stjórnarsemju í Týsklandi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

12.01.2018 - 09:33

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Alt bendir á, at glið nú er komið á stjórnarsamráðingarnar í Týsklandi millum kristdemokratisku flokkarnar hjá Angela Merkel og sosialdemokratarnar.

Sostatt bendir alt á, at semja fæst um at halda fram við breiðu samgonguni, ið hevur stýrt landinum í fýra ár.

Hol kom á samráðingarnar í morgun eftir at partarnir høvdu havt samráðingar í eitt heilt samdøgur út í eitt.

Harvið kunnu CDU/CSU-flokkarnir hjá Merkel og SPD hja Martin Schulz fara í gongd við samráðingum um hvussu stjórnarsamgongan skal mannast.

Men fleiri forðingar kunnu koma í vegin. Schulz hevur lovað limunum í sosialdemokratiska flokkinum, at tey skulu sleppa at atkvøða um, hvørt samgongan við kristiligu flokkarnar skal halda fram, skrivar Ritzau.