KÍ og EBS/Skála bresta saman í Klaksvík í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Útsetti oddadysturin verður leiktur í kvøld

Agnar Frederiksen

17.05.2018 - 12:55

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Hann skuldi spælast 2.páskadag, men av tí at tað var ov nógvur kavi á vøllinum við Djúpumýru, so var neyðugt at útseta dystin. 

Fyrst skuldi dysturin spælast nakrar dagar seinni, men dysturin varð aftur útsettur. EBS/Skála hevur síðani sent eitt skriv til FSF, har ført verur fram, at KÍ ikki vildi spæla á nýggju dagfestini, ið var í somu viku sum upprunaliga dagfestin.

Í EBS/Skála verður mett, at grundgevingin hja KÍ um at flyta dystin aftur tí at vøllurin var upptikin á nýggju ásetingini, ikki heldur. Róð hevur verið framundir, at KÍ vildi bíða at spæla dystin, til nakrir leikarar vóru tøkir. Her er helst talan um lyklaleikarnar Mariu K.Thomsen og Eyðvør Klakstein, ið fyri stuttum er komin úr Spania. 

Men nú er dystardagurin so her, og lagt er upp ein spennandi dyst. EBS/Skála hevur fult stigatal fyri seks dystir, og KÍ er trý stig aftanfyri. Um KÍ skuldi vunnið dystin, so eru liðini jøvn í stigum saman við HB, ið hevur 18 stig fyri sjey dystir. 

Í fjør tók EBS/Skála FM-heiti frá KÍ, og hetta er fyrstu ferð, at liðini hittast síðani "FM-finaluna" á Eiði í oktober í fjør. 

Dysturin við Djúpumýru byrjar klokkan 18.00 í kvøld.