Útsettu ódnartøkini verða í Miðvági hóskvøldið

Niels Petersen

12.09.2016 - 22:09

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Ódnartøkini, sum skuldu verða í Miðvági um vikuskiftið, men síðani blivu avlýst vegna veður, verða nú í staðin hóskvøldið klokkan 18. Hetta boða fyrireikararnar frá á facebook vanganum sum eitur Kappróðrarkjak.

- Við Ódnartøkunum hava vit roynt at lagt okkum eftir at royna ymiskt nýtt. Nú fara vit at nýta møguleikan, at hava ein kappróður mitt í viku. Tí verða útsettu ódnartøkini róð hóskvøldið kl. 18.00 í Miðvági. Byrja verður stundisliga, skriva fyrireikararnir á bólkinum.

Boðað verður eisini frá, at fyri at sleppa undan at melda til av nýggjum, so verður bátarnar, sum upprunaliga skuldu rógva leygardagin, settir á listan. Og eru onkrar rættingar, verða luttakararnar bidnir um at siga frá.