Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Úttikið landsliðshópin til síðstu dystirnar

Sverri Egholm

25.09.2017 - 09:13

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur á tíðindafundi fyrrapartin úttikið landsliðshópin til teir seinastu tveir dystirnar í hesari undankappingini.

Sonni Ragnar Nattestad og Hallur Hansson eru við aftur. Brandur, sum spælir við Randers, er ikki tøkur enn, og væntast ikki tøkur fyri landsliðið fyrr enn eftir nýggjár.

Tað er 7. oktober at vit spæla heima móti Lettlandi og 10. oktober vitja vit í Ungarn.


Málverjar
Gunnar Nielsen, FH Hafnafjørður
Teitur M. Gestsson, HB
Trygvi Askham, EB/Streymur

Verjuleikarar
Jónas Tór Næs, ÍBV
Viljormur Davidsen, Vejle BK
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Ári Mohr Jónsson, HB
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK
Jóhan Troest Davidsen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, Molde FK

Miðvallarar
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV
Gilli R. Sørensen, SK Brann
Rene Shaki Joensen, Grindavík
Fróði Benjaminsen, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Karl Løkin, NSÍ
Róaldur Jakobsen, B36
Hallur Hansson, AC Horsens

Áleyparar
Kæmint A. Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, B36
Jóan Símun Edmundsson, OB