Mynd: KVF skíggjamynd

Útvarpsbáturin burturvístur heldur hann ikki frástøðu

Sverri Egholm

09.06.2018 - 15:08

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Tað er ikki bara nemt at siga frá kappróðri. Í dag verður róð á Sundalagsstevnu í Kollafirði, og hjá 5 mannaførum gentum vóru so nógvir bátar sum luttóku og stórur munur á hvussu skjótt teir róði.

Útvarpsbáturin fylgdi sum vera man teimum fremstu bátunum, og sum skilst fingu onkrir av teimum aftaru bátunum aldu, og hetta ávirkaði róðurin.

- Um vit skulu nógv longur burtur frá bátunum, so verður torført at siga frá, segði Suni Merkisstein, frásøgumaður hjá Kringvarpinum.

Útvarpsbáturin hevur nevniliga fingið átalu frá dómarunum, og verður frástøða ikki hildin, verða teir burturvístir, bleiv sagt.

Til ber annars at fylgja frálíku frásøgnini her