Mynd: EPA

Uzbekin varð útvístur í desember í fjør - fekk ikki arbeiði í Svøríki

Jens Hákun Leo

10.04.2017 - 09:45

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

Svenska løgreglan framdi í nátt eina rannsókn hjá einari fyritøku í Sollentuna, sum liggur norðanfyri Stokkhólm.

Eitt vitni fortelur í hesum sambandi, sambært SVT, at rannsóknin byrjaði seint í gjárkvøldið, tá ið løgreglumonnum komu á staðið, væl brynjaðir við vápnum.

Rannsóknin hendir í kjalarvørrinum av álopinum í Stokkhólmi fríggjadagin, tá ið ein lastbilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í miðbýnum og drap fýra fólk. Ein 39-ára gamal maður úr Uzbekistan er undir illgruna fyri at hava koyrt lastbilin og fyri at hava framt yvirgang.

Svenska løgreglan vil tó ikki úttala seg nærri um, hví hon framdi hesa rannsóknina í nátt, men hevur eigarin av fyritøkuni harafturímóti váttað fyri Expressen, at hann hevur havt samband við 39-ára gamla mannin.

Hetta var í 2016, tá ið uzbekin var til setanarsamrøðu hjá fyritøkuni.

Uzbekin fekk ikki starvið, av tí at hann ikki hevði teir røttu førleikarnar og var ikki tað, sum fyritøkan leitaði eftir.

Í desember 2016 fekk hann hareftir boð um, at hann var útvístur úr Svøríki, og at hann hevði fýra vikur at fara úr landinum.

Hann tók tó ikki útvísingina til eftirtektar og varð tann 27. februar eftirlýstur, av tí at hann ikki hevði latið frætta frá sær.

Svenska løgreglan hevur upplýst, at maðurin hevur stuðlað IS eins væl og øðrum víðgongdum felagsskapum.