(Mynd: Havstovan)

Væl meira av toski og hýsu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

14.06.2018 - 08:22

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Gransking

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í gjár nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í Føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum, og úrslitini av hesum endurspegla tær góðu natúrligu umstøðurnar í vistskipanini á Landgrunninum síðstu árini.

ICES mælir til, at veiðan av toski í 2019 kann vera í mesta lagi 10.180 tons, og hetta er gott og væl ein tvífalding samanborið við tilmælið í fjør, sigur Havstovan. Gýtingarstovnurin av toski er í spakuligum vøkstri og er nú komin upp um tað átakskrevjandi markið ella MSY Btrigger, sum er tað niðara markið fyri gýtingarstovnin, tá tiltøk verða sett í verk. Veiðitrýstið á tosk er minkað tey síðstu árini, men hetta kemst serliga av, at toskurin tekur ikki líka væl línu, tá nógv er at fáa av náttúruligari føði. Tilgongdin hjá toski hevur verið undir miðal frá 2009-2015, men 2016 og 2017 árgangirnir eru mettir til at vera yvir miðal.

Veiðan av hýsu í 2019 kann vera í mesta lagi 5078 tons, og hetta er ein vøkstur upp á 11% í mun til tilmælið frá 2017. Gýtingarstovnurin av hýsu er eisini vaksin, hann er nú mettur til at vera 25 312 tons, og kemur tí júst upp um átakskrevjandi markið. Hýsustovnurin hevur ligið undir Blim tey síðstu 10 árini, sum er tað niðara mark, har gýtingarstovnurin ikki má fara niðurundir. Hendan økingin í gýtiningarstovninum er serliga orsakað av nýggjum árgangum, sum eru mettir til at vera væl yvir miðal og tí er miðallongdin í stovninum ikki so høg. Tilgongdin hevur tey síðstu árini verið út av lagi vánalig, men sum við toski, so bróta 2016 og 2017 árgangirnir burturfrá og eru mettir til at vera væl yvir miðal.

Veiðan av upsa í 2019 kann vera í mesta lagi 27.280 tons, og hetta er ein minking upp á 22% í mun til tilmælið frá 2017. Gýtingarstovnurin av upsa hevur verið væl fyri síðan 2014 og liggur oman fyri átakskrevjandi markið. Tilgongdin av upsa í 2018 er undir miðal og veiðutrýstið er framvegis hægri enn tað veiðutrýst, sum er mett at geva í longdini tá bestu úrtøkuna.

Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá ICES