Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Væl nøgdir við Hav Nordic



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Føroyska Sjómansmissiónin

20.04.2017 - 12:15

Tíðindi >

Í gjár var handilsskipið Hav Nordic á Runavík við útgerð til nýggju bryggjuna sum skal gerast.

Hetta var fyrstu ferð skipið var á Runavík, síðani reiðaríði Frakt og Sand yvirtók skipið 14. mars í ár.

- Vit eru væl nøgdir við skipið, sum er í góðum standið hóast síni 27 ár, sigur skiparin Leivur Christiansen.

Hann sigur, at teir hava verið víða hesar fimm vikurnar síðani yvirtøkuna. Teir hava verið í Polen, Íslandi, á Fuglafirði, í Frankaríki, í Skotlandi og nú komu teir úr Belgien.

Teir hava eisini nakað av tilfarið til Havsbrún, sum verður uppskipað í Fuglafirði í dag. Av Fuglafirði liggur leiðin til Noregs har lasta verður til Íslands.

-Vit eru seks mans eru við Hav Nordic. Tveir av monnunum hava siglt við í áravís og fylgdu við yvirtøkuni. Teir kenna skipið út og inn og tað kom væl við, nú vit fýra eru nýggir umborð, sigur Leivur.

Tólv mans hoyra til Hav Nordic. Teir eru umborð í seks vikur og heima í seks vikur.

Les meira á Føroysku Sjómansmissiónini her