Kári P helt tvær sera vældámdar, og til tíðir stuttligar konsertir á HeiMA. (Mynd: Nicoline Korsvold/HeiMA)

Væleydnað HeiMA í Nólsoy – gera klárt til 2019



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

05.04.2018 - 09:33

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Páskaaftan er blivin ein dagur tá nólsoyingar bjóða heim til stovukonsert. Tiltakið HeiMA, sum stutt kann lýsast sum 1 dagur, 10 tónleikanøvn og 20 konsertir, hevur júst havt sín triðja festival.

Málið við hesum festivalinum er at geva tónleikarum møguleika at spæla akustiskt fyri áhoyrararum heima í stovuni hja fólki. Hetta er ein avleggari av HOYMA, sum er í Gøtu.

Sigga Vang, sum er stigtakari og fyriskipari av HeiMA, sigur at HeiMA-toymið eru vælnøgd við tiltakið leygardagin, tá fitt av fólki var komið til Nólsoyar at njóta dagin saman við bygdafólkunum og tónleikarunum.

- Vit eru stak væl nøgd og vilja takka øllum sum komu, og ikki minst tónleikarunum, sum royndu seg á akustiskum stovupalli, sigur hon.

Tey sum spældu vóru Beinir Troest Rasmussen, Danny & the Veetos, Elin Brimheim Heinesen, Heidrik, Jákup Højgaard Lützen, Jasmin, Kaos, Kári P, Martin Joensen og Rebekka Petersen.

- Vit fara nú at taka samanum, og eftirmeta royndirnar frá triðja HeiMA, meðan vit samstundis eru farin at arbeiða málrættað fram móti 2019-festivalinum, sigur Sigga Vang.

- Vit hava tosa saman, og eru samd um at tann fjórði HeiMA-festivalurin verður 20. apríl 2019 – tað er sjálvandi páskaaftan, sigur hon.