Mynd: Jens Kr. Vang

Væleydnað NM í boccia



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

16.05.2018 - 18:04

Ítróttur > Ítróttur > Annað

11. og 12. mai var Parasport Føroyar vertir fyri NM í boccia.

Fleiri enn 60 ítróttarfólk úr Føroyum, Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki og Íslandi luttóku í kappingini ið var hildin í nýggju Stórhøllini á Hálsi.

Hóast ein slík kapping krevur nógv, bæði fólk og fyrireikingar gekk kappingin sum heild væl, og var tað vælnøgdir gestir ið fóru heimaftur sunnudagin 13. mai.

Tíverri rakk tað ikki til nakað heiðursmerki hjá Føroyum, og var tað serliga Finland ið tók tey flestu gullmerkini.

(Av misgáum komu myndir frá kappingini ikki á Portalin um vikuskiftið. Tí koma tær her nú)