Vælumtóktur danskur DJ á Voxbotn

Ingi Samuelsen

17.02.2017 - 15:37

Mentan > Tónleikur > Festivalar

Festivalurin Voxbotn heldur fram við at leggja nøvn afturat plakatini til ársins festival, sum í ár verður leygardagin 24. juni.

Nýggjastu nøvnini eru danski DJ’in Martin Jensen og føroyski Signar í Homrum.

Martin Jensen fekk í 2015 fekk sítt stóra gjøgnumbrot við lagnum "Miracles”. Lagið vann gull í Danmark og varð sera nógv spælt á flestu útvarpsrásum í Norðurlondum. Næsta lagið frá Martin Jensen kallast "All I Wanna Do”, sum kom út í 2016. Hetta lagið hevur eisini klára seg væl um okkara leiðir.

Nýggjast hittið frá Martin Jensen kallast "Solo Dance”, sum júst er komið út. Lagið er longu spælt meira enn 90.000.000 ferðir á Spotify, og kom beint inn á topp 10 í bæði Danmark, Svøríki og Norra.

Signar í Homrum telist millum best umtóktu tónleikararnar í landinum í løtuni. Vit kenna hann við løgum sum ”Tað er gott at elska”, ”Mín skattur” og ”kærleikans mátt”, sum nærum eru blivin fólkaogn.

Signar hevur verið virkin tónleikari og sangskrivari í yvir 25 ár, har hann spældi nógv ár við bólkinum Kjølum. Seinnu árini hevur hann verið sangari í bólkinum Rox samstundis sum hann hevur staðfest sína støðu sum solistur. Signar spælir á Voxbotn saman Henningi Nicodemussen á trummum og John Johansen á bass.

Umframt Martin Jensen og Signar í Homrum, hava fyriskipararnir longu kunngjørt, at Jonas Blue, Thomas Helmig og Gulddreng eisini fara at luttaka á Voxbotn 2017.