Mynd: Knr.gl

Vænta enn ein jarðskjálvta í Grønlandi

Sverri Egholm

18.06.2017 - 22:42

Tíðindi > Tíðindi > Grønland

Enn ein jarðskjálvti kann vera ávegis í Grønlandi. Tí vera borgararnir í bygdini Illorsuit, sum liggur á vestursíðuni í Grønlandi evakueraðir í løtuni.

Tað skrivar Sermitsiaq.ag í kvøld.

Fólkini í Uumannaq økinum verða biðin um at fara niðan í fjøllini sum skjótast og halda seg burtur frá sjónum.

Tað var í nátt, at ein jarðskjálvti við eini styrki á umleið 4,0 rakti Grønland. Hann hevði við sær umfatandi yvirflóð í Nuugaatsiaq og stórar aldur í Uumannaq og í Illorsuit.

Hildið verður, at fýra fólk eru deyð eftir flóðaldurnar, men enn er hetta ikki greitt.

Sí eisini: Video: Soleiðis sá út tá flóðalda rakti Illorsuit