(Mynd: vagur.fo)

Vágur: Betri atgongd til náttúruperlur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.09.2017 - 06:37

Tíðindi > Suðuroy - Vágur

Tað er nú lættari hjá illa gongdum fólki og fólki í koyristóli at njóta vakra útsýnið yvir Vágseiði.

Heimasíðan hjá Vágs kommunu skrivar, at bummurin niðan til Skarðgjógv er tikin niður og fluttur longri niðan, so at bilar og fólk í koyristóli nú kunnu koyra niðan á og njóta útsýnið yvir Vágseiði.

Fyrr í summar var eisini gjørdur pallur og benkur og borð á Vágseiði, har rørslutarnað sjálvsagt eisini hava atgongd.

Hesi tiltøk eru gjørd í samsvari við eitt tilmæli hjá Leilu Solmunde, sálu, ið sum forkvinna í Meginfelag teirra Brekaðu gjørdi faldara um atkomu hjá rørslutarnaðum til náttúruperlur í Suðuroynni, skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu.