Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Vakmyndatól: Manningin á Ennibergi undir eftirliti

Sverri Egholm

18.03.2018 - 20:40

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

- Tá mannningin mynstraði umborð á Enniberg 24. januar 2018 vóru vakmyndatól sett upp ymsastaðni á fabrikkini, harímillum uppiyvir skráskerarunum, uppiyvir reinskerðingarborðunum og uppiyvir pakkiborðinum.

Tað skrivar ein av manningini umborð á flakatrolaranum Ennibergi, sum ynskir at vera dulnevndur. Sambært honum hendir hetta uttan, at manningin frammanundan hevur fingið at vita nakað um hví og hvør hevur atgongd til myndirnar.

- Hetta bræv verður sent sum kunning til Føroya Fiskimannafelag, Fiskimálaráðið og føroysku fjølmiðlarnar. Brævið verður tíverri sent uttan avsendara, og sigur eitt sindur um, hvussu veikur fiskimaðurin stendur í Føroyum í 2018.

- Á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum er yvirlit yvir tey, sum hava fráboðað uppsetan av vakmyndatóli. Enniberg stendur hvørki undir ”Loyvir, sum Dátueftirlitið hevur givið í 2017” ella ”Loyvir, sum Dátueftirlitið hevur givið í 2018”. Tað vil siga, at hetta er gjørt uttan loyvi frá myndugleikunum, vil sjómaðurin vera við.

Les alt skrivið á lesarin.fo