Mynd: Jens Kr. Vang

Vakrasta stað í heiminum kókaði til Toto - partvís

Sverri Egholm

12.08.2017 - 23:43

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

- Hetta er vakrasta stað í heiminum. Vit eru úr Los Angeles, og vit hava ikki sæð líknandi, segði gittarspælarin og ein av høvuðspersónunum í Toto, Steve Lukather.

Tað dámdi stúgvandi fulla Vágsbøi sera væl at hoyra, men so steðgaði tað líkasum har - í fyrsta umfarið. Fólkið kendi ikki løgini, og onkur hálvgun keddi seg.

Men sum konsertin leið og tað myrknaði í Klaksvík gjørdist alt eitt sindur betri. Heimskendu rokkararnir spældu kendari løg sum “Stop Loving You” og tá sang nærum øll fjøldin við. Eisini tey, sum stóðu aftarliga.

Og tá so løg sum “Rosanna” og seinasta lagið í kvøld, “Africa”, vóru spæld, savnaðist fjøldin veruliga. Løg, sum øll kendu og øll sungu við til.

Veðrið skikkaði sær sera væl hesa løtuna, og tað var púra turt. Spell, at fjøldin ikki kendi fleiri av løgunum, men soleiðis er tað nú einaferð. Yvirhøvur ein sera góð konsert og tónleikararnir vóru framúr.

Nú runga Frændur-tónar úr tjaldinum frá Eyðuni Nolsøe, og klokkan 01:30 spælir Anfinn & Co á Vágsbøi. Páll Finnur Páll lukkar ballið og fara á pall klokkan 02:45.

Sí eisini: Myndir: Leygarkvøld á Summarfestivalinum 2017