(Mynd: EPA)

Vaksandi harðskapur í Svøríki



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

22.01.2018 - 09:26

Tíðindi > Svøríki

Í gjárkvøldið hoyrdist aftur ein spreinging í býarpartinum Rosengård í Malmö, upplýsir Sveriges Radio.

Einki er tó frætt um, at nakar kom til skaða av spreingingini nærhendis ein skrivstovubygning, um 21-tíðina.

Býarparturin, sum er kendur fyri sínar nógvu útlendsku tilflytarar, hevur verið nógv frammi í miðlunum í seinastuni fyri skottilburðar, spreingingar og stríð millum vápnað harkalið – bandar.

Bert 100 metrar frá skrivstovubygninginum, har spreingingin var sunnukvøldið, liggur ein løgreglustøð.

Mikudagin sprongdist ein bumba framman fyri hesa løgreglustøðina, og sambært løgregluleiðsluni var talan um eitt beinleiðis álop á løgregluna. Fleiri akfør fingu skaða í spreingingini mikudagin.

Hildið verður, at talan var um eina handgranat, ið varð tveitt móti politistøðini.

Vaksandi lógloysið hevur loypt ræðslu á nógvar sviar, og peikað verður nú eftir tilflytingini til Svøríkis, tí tað er ein sann roynd, at tað eru tilflytarar, ið verða hildin at standa fyri størsta partinum av harðskapinum.

Í fjør vórðu 40 fólk í Svøríki skotin til deyðis, og 135 vórðu særd. Stefan Löfven, forsætisráðharri, segði fyrr í mánaðinum, at tað ikki kann útilokast, at herurin verður settur inn fyri at støðga harðskapinum, skrivar Ritzau.



beint nú