Tað gongur framá við fiskiskapinum í ár (savnsmynd)

Vaksandi útflutningur av føroyskum fiski



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

22.05.2015 - 15:24

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Føroyar útfluttu vørur fyri 1,4 milliardir krónur fyrsta árfjórðing í ár. Tað er hálvtannað hundrað milliónir krónur meir enn somu mánaðir í fjør. Ein vøkstur á 12 prosent.

Tað er av botnfiski og uppsjóvarfiski, at útflutningsvirðið er økt, skrivar Hagstovan.

Av botnfiski er tað serliga toskaútflutningurin, sum er vaksin. Útflutt er fyri útvið 100 milliónir krónur meir av toski í ár.

Útflutningurin av makreli er vaksin nógv fyrsta ársfjórðing í ár, men tað er eisini útflutt væl meir av lodnu og sild. Hinvegin er minni útflutt av svartkjafti. Samlað er útflutningsvirðið av uppsjóvarfiski vaksið 129 milliónum krónum.

Størsta minkingin í útflutningi er av laksi. Í ár er útflutningurin minkaður 130 milliónir krónur. Hetta er møguliga, tí meir varð útflutt fjórða ársfjórðing í 2014, orsakað av stóra eftirspurninginum úr Russlandi, skrivar Hagstovan.

Toskafiskiskapurin hevur víst eina munandi framgongd upp á 28 prosent tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár. Hagtølini siga, at 6.110 tons av toski vórðu fiskað undir Føroyum í januar, februar og mars móti 4.788 tonsum somu mánaðirnar í 2014.