(Mynd: Jens Kr. Vang)

Vaktleiðarin: - Mann má bara royna at taka tað við einum smíli



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

16.05.2018 - 08:32

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Ferðsla

Árligi skulkidagurin hjá studentunum hevur verið í morgun, og sum vant tarnaðu ungu fólkini ferðsluna á Hvítanesvegnum við Studentaskúlan í Hoydølum. 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini, Havgrím Hansen, segði við útvarpið í morgun, at bíðirøðin var heilt aftur til rundkoyringina við Vegin langa, men tað er ikki so óvanligt. Vanligir dagar kemur bíðirøðin niðan móti Mannbrekku, so bíðirøðin var bert eitt sindur longri enn vanligt.

- Nógvir bilar eru, men hatta skal helst eisini vera ein "festlig begivinheit", og tað halda vit eisini, at tað skal vera pláss til. Men ferðslan skal ikki tarnast sambært reglunum, so tað tryggja vit.

Vaktleiðarin segði við útvarpið, at næmingarnar eru í góðum hýri og hava kanska fingið okkurt innanborða, og tey, sum vanliga arbeiða í Havnini, vita, at hesin dagurin kemur einaferð um árið.

- Eg hugsi, at tey, sum hava arbeitt í Havnini í fleiri ár, vita, at hesin dagurin kemur einaferð um árið, og mann má bara royna at taka tað við einum smíli. Høvuðsendamálið hjá næmingunum er kanska ikki at tarna ferðsluni, men at vísa, at tey eru til staðar og býta karamellir út - tað kann mann gera, uttan tað verður ólógligt.

Sí eisini: Myndir: Ruðuleikin í Hoydølum