Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Val av býráðsnevndum á skránni

Sverri Egholm

30.01.2018 - 17:18

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Ein av mest umrøddu býráðsfundunum seinastu tíðina man vera tann, sum verður á Tvøroyri í annaðkvøld.

Áheitanin frá nýggja meirilutanum í býráðnum við Kristinu Roest, Súsonnu Bertholdsen, Boga Johannesen og Bjarna Hammer, um at velja nevndirnar av nýggjum, verður á skrá.

Skráin fyri útsetta býráðsfundin er komin út í dag, og fyrst á ská er val av býráðsnevndnum.

Meiriluti heitti á Kristin Michelsen, borgarstjóra, at kalla til fundin beint áðrenn ársskiftið, men hesum noktaði Kristin fyri. Síðani skuldi fundurin verið 8. januar, men bleiv útsettur.

Tá nevndirnar verða valdar av nýggjum, fer Kristin Michelsen væntandi at missa vald. Kommunulistin fer tá ikki at hava meirilutan í nevndunum.

Stríðið á Tvøroyri hevur ført við sær, at Kristin Michelsen, sum eisini er tinglimur, hevur gjørt av, at hann ikki vil atkvøða saman við samgonguni í løgtinginum.



beint nú