Bjarni Benediktsson (Mynd: Mbl.is)

Val útskrivað í Íslandi

Sverri Egholm

15.09.2017 - 17:25

Tíðindi >

Íslendski forsætisráðharrin Bjarni Benediktsson hevur útskrivað val. Tað merkir, at íslendingar skulu á atkvøða á Altingsval bara ellivu mánaðar eftir seinasta val.

Tað skriva íslendskir miðlar.

Hetta kemur eftir, at tað kom fram, at flokkurin Bjørt Framtíð hevur tikið seg úr íslendska stjórnarsamstarvinum. Orsøkin er, at faðir forætisráðharran, Benedikt Sveinsson, hevur skrivað undir eina áheitan um at ein maður, sum er dømdur fyri misbrúk av børnum, fær uppreisn.