Sara Olsvig og IA gerast størsti flokkur í nýggja landstinginum, sambært kanning. Mynd: IA

Valdagskanning: IA vinnur valið

Jógvan Hugo Gardar

29.11.2014 - 06:17

Tíðindi >

Valdagskanningin, sum grønlendska kringvarpið, KNR, fyri løtu síðani almannakunngjørdi vísir at Inuit Ataqatigiit (IA) vinnur valið. Flokkurin sær út til at fáa heili 35 prosent av atkvøðunum, og gerst tí størsti flokkur í Grønlandi.

Næstur honum gerst Siumut, við 31,2 prosentum. Nýggi flokkurin, Partii Naleraq, fær 12,8 prosent, og kemur at avgera hvør sum gerst landsstýrisformaður. Demokratarnir fáa 11.2 prosent, meðan Atassut fær 4,9 prosent.

Partii Inuit fær bara 2,7 prosent, og kemur tí ikki inn sum flokkur í nýggja landstingið.

Myndir frá valinum kunnu síggjast her