Valevni á Borgaralistanum: Eri vónsvikin av Anitu Vibergsdóttir

Redaktion

16.11.2016 - 18:20

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

- Vit, valevnini á Borgaralistanum, høvdu eina púra greiða avtalu, at fingu vit møguleikan, fóru vit eftir borgarstjórasessinum. So seint sum dagin fyri valið møttust vit seks, sum stillaðu upp á Borgaralistanum, og vit vóru púra samd um hetta.

Hetta sigur Jens Rói Sørensen, sum var eitt av valevnunum á Borgaralistanum á Tvøroyri til kommunuvalið í síðstu viku, við Kringvarpið í dag í sambandi við, at Anita Vibergsdóttir, ið fekk flest atkvøður á Borgaralistanum, og sum varð vald í býráðið á Tvøroyri sum tað einasta umboðið fyri Borgaralistan, og sum stóð í einari lyklastøðu, har ið hon kundi krevja borgarstjórasessin, ikki valdi at taka við borgarstjórasessinum, men heldur hinvegin læt hann fara til Kristin Michelsen á Kommunulistanum.

Hetta er Jens Rói Sørensen sera vónbrotin av, og heldur hann fyri í hesum sambandi, at hann ikki fekk nakað at vita frá nøkrum, um hvat skuldi henda, eftir at úrslitið av valinum var greitt, og Anita Vibergsdóttir brádliga stóð í einari støðu, har ið hon kundi velja ímillum eitt samstarv við annaðhvørt Javnaðar- ella Kommunulistan, sum báðir fingu tríggjar limir hvør í býráðið í Tvøroyrar kommunu:

- Vit høvdu sum motto, at vit ynsktu eina nýggja byrjan, og ein kann siga, at politikkur snýr seg um ávirkan, og vit mettu, at ein fær mest ávirkan, um ein situr sum borgarstjóri. Á hesum fundinum dagin fyri valið vórðu vit samd um, at vit skuldu møtast hjá hesum eina valevninum eftir valið, men eg fekk ongantíð nakað at vita frá nøkrum (eftir valið, red), sigur Jens Rói Sørensen við Kringvarpið.

Jens Rói Sørensen heldur víðari fyri, at hann metir, at Anita Vibergsdóttir skyldar Borgaralistanum, øllum stillarunum og teimum 289, sum valdu Borgaralistan, eina frágreiðing, hví hon gjørdi, sum hon gjørdi, eftir valið:

- Man ger klokkuklárar avtalur, men so finnur man út av dagin eftir, at hesar avtalurnar ikki verða hildnar, og tá ið man hugsar um, at mottoið hjá okkum er ein nýggj byrjan, so sum meiningin var við listanum, eri eg faktiskt øgiliga vónsvikin av, at hon (Anita Vibergsdóttir, red) ikki helt tað, sum vit ætlaðu. Eg eri misnøgdur við, at hon ikki sjálv tók við borgarstjórasessinum, nú hon fekk møguleikan. Eg haldi, at hon skyldar listanum, øllum stillarunum og teimum 289, sum valdu listan, eina frágreiðing, sigur Jens Rói Sørensen at enda við Kringvarpið.