Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Valini skulu verða loynilig



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

08.03.2018 - 11:45

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, ynskir at tryggja, at føroysku valini verða so loynilig sum gjørligt. Løgtingið skal í dag viðgera uppskot frá Helga Abrahamsen um, at smá valstøð verða løgd saman við onnur valstøð, um færri enn 200 veljarar eru á valstaðnum.

Eisini skulu valstøð við færri enn 200 veljarum, í kommunu sum samanlagt hevur fleiri enn 200 veljarar, teljast saman við øðrum valstøðum í kommununi, so at í minsta lagi 200 atkvøður verða taldar saman.

Helgi Abrahamsen sigur, at í summum valstøðum eru so fáir veljarar, at tað ber næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu. Tingmaðurin sigur, at dømi eru um fólk, sum ikki tora at atkvøða eftir síni bestu sannføring orsakað av hesum.

Tí mælir Helgi Abrahamsen til, at valstøðini í kommum við yvir 200 veljarum skulu leggjast saman í uppteljingini, so at einki valstað við færri enn 200 veljarum verður talt upp einsamalt.