(Mynd: EPA)

van Dijk inn á topp 10 yvir heimsins dýrastu fótbóltsspælarar

Ingi Samuelsen

28.12.2017 - 08:54

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Hollendingurin Virgil van Dijk, sum nú um ársskiftið flytir frá Southampton til Liverpool er millum 10 teir dýrastu fótbóltsspælararnar, ið nakrantíð eru handlaðir.

Sambært fleiri brtskum miðlum, skal Liverpool lata 75 milliónir pund fyri van Dijk. Hann gerst sostatt dýrasti verjuleikari nakrantíð, og kemur inn á nummar 9 millum heimsin dýrastu fótbóltsspælarar nakrantíð.

Listin sær soleiðis út, sambært AFP:
1. Neymar, 1,685 milliardir kronur, frá Barcelona til Paris Saint-Germain í 2017.
2. Ousmane Dembélé, 813 milliónir krónur, frá Dortmund til Barcelona í 2017.
3. Paul Pogba, 747 milliónir krónur, frá Juventus til Manchester United i 2016.
4. Gareth Bale, 716 milliónir krónur, frá Tottenham til Real Madrid í 2013.
5. Cristiano Ronaldo, 672 milliónir krónur, frá Manchester United til Real Madrid í 2009.
6. Gonzalo Higuain, 633 milliónir krónur, frá Napoli til Juventus í 2016.
7. Romelu Lukaku, 630 milliónir krónur, frá Everton til Manchester United í 2017.
7. Virgil van Dijk, 630 milliónir krónur, frá Southampton til Liverpool í 2018.
9. Luis Suarez, 546 milliónir krónur, frá Liverpool til Barcelona í 2014.
10. James Rodríguez, 529 milliónir krónur, frá Monaco til Real Madrid i 2014.

Prísirnir eru tágaldandi keypsprísir, og hædd er ikki tikin fyri inflasjón.

Í summar kemur ein nýggjur leikari væntandi á listan, tá Pais Saint-Germain væntandi yvirtekur leigaða leikaran, Kylian Mbappé. PSG hevur longu avtalað við Monaco at rinda umleið 1,35 milliardir krónur fyri gávuríka spælaran, skrivar Ritzau.