(Mynd: Indian Coastguard)

Vandamikil farmur í brennandi bingjuskipi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

08.03.2018 - 10:37

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Danska binguskipið Maersk Honam, sum liggur enn brennir í Arabiahavinum, hevur vandamiklan farm umborð. Tað váttar Maersk Line fyri danska miðlinum ShippingWatch.

Men reiðaríið leggur dent á, at tað er ov tíðliga at siga, hvat ið var orsøkin til eldin, ið var so ógvusligur, at ein av manningini er deyður av skaðunum. Hini 22 fóru av skipinum, men framvegis eru fýra saknaðir.

- Í løtuni er einkið, ið bendir á, at vandamikli farmurin er orsøk til eldin. Flutningur av vandamiklum góðsi er heilt vanligur sambært altjóða reglum, og Maersk setir eisini strangastu krøv til kundar okkara kundar um at upplýsa innihaldið í góðsinum, sigur Maersk Line í telduposti til Shipping Watch.

Um 8.000 bingur vóru umborð á Maersk Honam, tá eldurin kyknaði týsdagin, umleið 900 fjórðingar í ein landsynning úr Oman.

Les eisini: Mærsk skip í ljósum loga