Vandaøkið er nú bert kring Varðan Pelagic

Sverri Egholm

10.06.2017 - 10:56

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Løgreglan: Avgerð er tikin um, at vandaøkið kring bygningarnar hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nú verður minkað soleiðis, at bert sjálvt havnalagið frá Doktaragøtu og eystur eftir verður avbyrgt.

Av tí at ammoniak framvegis lekur út í smærri nøgdum, eins og vandi er fyri, at partar av bygninginum kunnu detta niður, kann væntast, at avbyrgt verður teir næstu dagarnar.

Teir seinastu borgararnir kunnu sostatt flyta heimaftur.

Politiið er nú so smátt byrjað sjálvt kanningararbeiðið.

Tað er ikki loyvt skip og bátum at leggja at bryggjukantinum við havnalagið.

Politiið hevur í løtuni ikki fleiri viðmerkingar til málið.