(Mynd: Søren Lund / Twitter)

Vandin ikki av í Grønlandi enn

Ingi Samuelsen

19.06.2017 - 08:03

Tíðindi > Tíðindi > Grønland

Vandin fyri íbúgvarnar kring Uumannaq-fjørðin í Norðurgrønlandi er ikki av enn. Nú verða íbúgvarnir í Niaqornat, ein bygd longri úti í fjørðinum fluttir burtur, skrivar Sermitsiaq.

Í nátt vórðu íbúgvarnir á oynni Illorsuit eisini fluttir burtur úr heimum sínum. Tey eru nú umborð á verjuskipinum Vædderen.

Í morgun boðar løgreglan frá, at íbúgvarnir í Niaqornat eisini skulu fyrireika seg til at verða evakuerað.

Eisini íbúgvarnir í Saattut, Ukkusissat og Qaarsut skulu ansa eftir vatnstøðuni. Um tað fløðir ella ávaringarlúðrarnir ljóða, skulu tey leita sær niðan í fjøllini beinanvegin, ljóða boðini frá løgregluni.

Tá Vædderen hevur sett burturfluttu fólkini av í Uummannaq er ætlanin, at hann skal sigla norður móti Nuugaatsiaq fyri at halda eyga við fjallinum, sum leyp í gjár. Vandi er fyri fleiri lopum, boðar grønlendska løgreglan frá í boðum á Facebook.