Mynd: L.Láadal/Portal.fo

Vanlukkan í Oyndarfirði: Leita nú aftur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sveinur Tróndarson

30.12.2013 - 17:30

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Ferðsla

Klokkan tíggju varð aftur farið at leita eftir tí seinna unga manninum, sum var í bilinum, ið endaði í Rættargjógv innanfyri Oyndarfjørð fríggjamorgunin.

Beinanvegin, sum funnið var útav, at bilurin var endaður í gjónni, var farið at leita, og tað eydnaðist eisini at finna bilin og annan mannin, ein 22 ára gamlan mann úr Oyndarfirði, í gjónni. Hin maðurin í bilinum var tó ikki at finna nakrastaðni, og tí hevur verið leitað eftir honum líka síðan.

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur við Portal.fo, at tað í morgun verður farið at leita uttanfyri gjónna, men, leggur hann afturat, talan er um eina stóra avbjóðing, tí tað er torført at leita í økinum, tí tað dýpir so nógv beint uttanfyri gjáarmunnan.

- Bara einar tveir til tríggjar metrar uttanfyri munnan dýpist tað skjótt, og vit skulu tí leita heilt niður á 30 metra dýpi. Tað er ikki bara sum at siga tað, og tí hava vit býtt økið sundur í tíggju smærri økir, sum vit síðan fínkemba, sigur Jón Klein Olsen.

Dýpið hevur við sær, at tað er sera orkukrevjandi fyri tey, sum leita, og tí má tað takast í smáum. Hetta var eisini orsøkin til, at tað ikki eynaðist at gera seg lidnan við leitingina í gjár.

Manningin á sjónum er býtt í tvey lið, so leitast kann alla tíðina, men sum umstøðurnar eru, fær tað ikki verið øðrvísi enn tað er.

Umframt at leita út fyri gjáarmunnan, verður framvegis eisini leitað fram við landi. Men hetta er fjórði dagurin leitað verður, hvussu leingi verður hildið fram at leitað?

- Tað kann eg ikki siga nakað um enn. Nú fáa vit at síggja, hvussu arbeiðið gongur í dag, og so taka vit samanum, tá hesin dagurin er komin at enda. Tá vit hava gjørt tað taka vit støðu til, hvussu leingi vit halda fram, sigur Jón Klein Olsen.

Eingin veit, hvør orsøkin var, at bilurin fór út av vegnum. Og tað er heldur ikki serliga sannlíkt, at orsøkin nakrantíð verður funnin. Eingin veit, nær bilurin er farin útav, tað einasta sum er greitt er, at løgreglan fekk boðini klokkan 09.55 fríggjamorgunin, og at teir báðir ungu menninir seinast vóru sæddir í einari veitslu umleið klokkan sjey.

Sporini í bønum siga, at bilurin er komin úr Oyndarfirði, tá hann er farin út av vegnum. Hann hevur síðan rakt eina veit og er eftir øllum at døma síðan farin runt, áðrenn hann er farin í gjónna. Bilurin varð funnin á sjey-átta metra dýpi í gjónni. Líki av øðrum manninum var funnið uttanfyri bilin, meðan hin maðurin er horvin.

Les eisini: Ferðsluvanlukka í Oyndarfirði: Ein deyður og ein saknaður

Les eisini: Eru givnir at leita eftir saknaða manninum í dag

Les eisini: Fara at leita eftir saknaða manninum í morgun

Les eisini: Halda fram at leita so leingi tað er ljóst

Les eisini:
Framvegis ikki funnið saknaða mannin