Mynd: Sverri Egholm

Vanlukkan í Skopunarfirði: Báðir partar skyldina í samanstoytinum

Sverri Egholm

07.02.2018 - 12:19

Tíðindi >

Tað var tann 31. august 2017 klokkan 01:53, at farmaskipið Mykines og glastrevjabáturin Mars stoyttu saman í Skopunarfirði.

Tveir mans vóru umborð á Mars. Annar varð bjargaður meðan hin ongantíð kom afturíaftur.

Havaríkomissiónin hevur nú gjørt eina frágreiðing um hendingina í Skopunarfirði.

- Bæði skip og bátur royndu at venda undan, men tað bleiv í báðum førum reagerað ov seint, og tí slapst ikki undan samanstoytinum, verður millum annað sagt í niðurstøðuni.

Les frágreiðingina her