Vann 3,4 milliardir – torir ikki at taka ímóti vinninginum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

08.02.2018 - 18:40

Mentan >

Ein amerikansk kvinna er komin í eina heldur óhepna støðu. Kvinnan vann 3,4 milliardir krónur, tá hon fekk jackpot í Powerball-eydnuspælinum, men hon torir ikki at taka ímóti stóra vinninginum.

Kvinnan, sum er úr New Hampshire í USA, fekk seks røtt vinnaratøl í Powerball-eydnuspælinum 6. januar, men fyri at fáa atgongd til tær 3,4 milliardir krónurnar, skal hon standa alment fram. Hetta noktar kvinnan fyri, og tí kann hon ikki fáa vinningin.

Lógin í New Hampshire sigur, at navnið, býur og upphædd á vinninginum hjá vinnaranum, skal verða alment. Men kvinnan vil ikki, at fólk í nærumhvørvinum skulu vita, at tað er hon, sum vann áttanda størsta peningavinningin í søguni hjá USA.

Fyrr er komið fyri, at vinnarar av so stórum peninganøgdum í USA, eru dripnir stutt eftir at vinningurin er heintaður.

Fyri tveimum árum síðani bleiv ein maður í Georgia, sum vann 2,6 milliónir krónur, dripin av tjóvum, meðan ein annar, sum vann 6 milliónir í 2012, varð dripin við gifti. Hóast hetta, er bert 6 statir í USA, har ein vinnari kann verða dulnevndur, skrivar TV2.

Í New Hampshire er gjørligt at geva upplýsingarnar hjá einum øðrum, sum so kann heinta vinningin fyri seg, men hetta visti kvinnan ikki, tá hon gav sínar upplýsingar. Og nú kann hon ikki broyta í teimum, tí at so verður lottoseðilin ógildur.

Fyri hvønn dag kvinnan ikki heintar vinningin, verða 300.000 krónur tiknar av vinninginum. Inntil víðari hevur hon mist 9,6 milliónir krónur.