(Mynd: EPA)

Vann grand slam-finalu við barn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

20.04.2017 - 10:23

Ítróttur > Ítróttur > Tennis

Tá amerikanska Serena Williams í januar vann grand slam kappingina Australian Open, var hon við barn.

Serena Williams váttar nú sjálv, at hon er upp á vegin. Í gjár fór slaturin at ganga um at heimsins næstbesti kvinnuligi leikari sambært styrkilistan í løtuni er við barn.

Serena Williams legði út eina mynd av sær sjálvum á Snapchat, har hon í gulum klæðum vísti búk sín fram og skrivaði ”20 weeks” yvir myndina.

Síðan hevur talskvinnan Kelly Bush Novak vátta tíðindini í einum telduposti til AFP tíðindastovuna, skrivar Ritzau.

35 ára gamla Serena Williams hevur verið unnusta við 33 ára gamla Alexis Ohanian í 15 mánaðir. Hon spældi sum sagt finaluna í Australian Open seinast í januar, og tá vann hon sín grand slam sigur nummar 23.

Seinni gav hon avboð til stóru tenniskappingarnar í Indian Wells og Miami og segði orsøkina vera ein skaða í knænum.