Vann í Lotto fyri aðru fer



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Høgni Midjord

16.12.2017 - 11:36

Tíðindi >

Ein danskari í Aabenraa má sigast vera óvanliga heldigur, tá ið tað kemur til at vinna í Lotto.

Í 2001 vann maðurin 700.000 kr í Lotto, tá ið hann hevði 7 røtt tøl. 

Hann sigur, at hann spælir við somu tølum hvørja viku, og at hesi tøl hevur hann brúkt síðan 1989. 

Nú maðurin leystliga las nýggjastu lottotølini ígjøgnum, sá hann fleiri tøl aftur, ið hann helt seg kennast við.

Tí fór hann at kanna tølini, og mín sann, um ikki hann aftur hevði rakt 7 røtt. Vinningurin var 1.5 milliónir krónur.

Tey ynskja ikki at koma fram alment, men siga, at vinningurin verður brúktur at gjalda út húsalán og at forkela børnini á jólum.