Tilvildarlig savnsmynd

Vár 56.98 og føroyskt met í 100 frí



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

03.12.2017 - 11:56

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard megnaði fyri løtu síðani at seta nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið hon í finaluni á NM/NJM 2017 svam teinin uppá 56.98 sekund. Sí úrslitalistan her.

Vár átti sjálv føroyska metið á 57.09, frá FM í november mánaða, og er harvið eisini fyrsta føroyska kvinna undir 57 sekund á 100 metra teininum.