Mynd: Hanna Vang

Vár B. Árting og Ari Sakarisson ársins dómarar

Sverri Egholm

04.06.2016 - 19:42

Ítróttur > Ítróttur > Fimleikur

Fimleikagalla er í kvøld og tikið verður samanum fimleikaárið, sum er farið. Longu nú eru tvey heiðraði fyri ársins mannligi dómari og ársins kvinnuligu dómari.

Ársins mannligi dómari gjørdistAri Sakarisson, ið hevur verið dómari í fimm ár.

Tað er ein øgiliga stórur heiður, og ein motivatión til at halda á fram sum dómari. Har er hørð kapping um heiðurin, so hetta hevði eg ikki væntað. Ein dómari skal vera væl fyrireikaður, klárur at døma, og brennur fyri tí. Tað er ein týdningarmikil partur av tí, sigur Ari Sakarisson.

Ársins kvinnuligi dómari gjørdist Vár B. Árting. Hon hevur verið dómari í trý ár.

- Ein góður dómari er rættvísur, og dugir reglugerðina væl. Eg eri sjálv givin við at íðka amboð, tí havi eg eisini havt betri tíð at seta meg inní tað. Og so er tað stuttligt at kunna halda fast í tí á tann hátt, sigur Vár B. Árting, sum er ársins kvinnuligu dómari.

Gjøgnum kvøldið koma greinar og myndir á Portalin frá Fimleikagalla 2016.