Vár- og summarkonsert í Vestmanna Kirkju í kvøld



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

15.05.2017 - 13:30

Mentan > Mentan > Konsertir

Í kvøld fer Vestmanna Sangkór at hava árligu vár- og summarkonsertina í Vestmanna Kirkju.

Á skránni verður litfagurt blómutyssi av okkara vakrastu føroysku vár- og summarsangum, uppií nakrir svenskir, íslendskir og onkur á látíni.

Kórleiðari er Benjamin Gaasedal.

Áðrenn konsertina í kirkjuni fer Vestmanna Sangkór inn á heimið á Grønanesi at syngja nakrar sangir fyri búfólkum og starvsfólki har.