Mynd: Hanna Vang

Vár Rajani Færø og Silas Gaard eru ársins stjørnuskot

Sverri Egholm

04.06.2016 - 22:32

Ítróttur > Ítróttur > Fimleikur
Fimleikagalla 2016 er í kvøld, har fólk innan fimleikin vera heiðraði. Fyri løtu síðani vóru síðstu ársins avdúkaðar.

Ársins mannligi amboðs fimleikari er Rani Allansson Dalsgarð, Havnar Fimleikafelag. Steypið varð handað av ongum øðrum enn Kára Kul.

Ársins kvinnuligi amboðs íðkari er Lív Bech Árting, Havnar Fimleikafelag

Ársins estetiska stjørnuskot er Rósa á Lógv.

Ársins stjørnuskot innan amboð eru Vár Rajani Færø og Silas Gaard.

Ársins seria er unglingar Hydra, Ljósið.

Ársins átak er Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF.