Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (Mynd: svimjing.com)

Enn eitt føroyskt met í Reykjavík



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

04.12.2017 - 10:01

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Føroysku svimjararnir, sum í hesum døgunum luttaka í Norðurlendsku meistara- og juniormeistararstevnunum í Reykjavík, standa seg sera væl. Fleiri heiðursmerki eru longu vunnin, og fleiri føroysk met eru eisini sett.

Seinasta av hesum varð sett á 200 metrar frí teininum, tá Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti føroyskt met og juniormet. Metið á 2:02.18 varð sett, tá hon svam sum fyrsti svimjarin í 4x200 metrar frí liðsvimjingini, skrivar svimjing.com.

Gamla metið átti Sára Ryggshamar Nysted, sum hon setti á Oyggjaleikum í Jersey í 2015, við tíðini 2:02.60.