Vár Erlingsdóttir Ejdesgaard (Mynd: svimjing.com)

Vár setti stórt føroyskt met



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

16.04.2018 - 16:56

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Vár Ellingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti í gjár stórt føroyskt met í 50 metrar frísvimjing í Bergen Swim Festival 2018. Ikki færri enn tríggjar ferð setti hon met í greinini, fyrst føroyskt juniormet og síðani tvær ferðir føroyskt met, skrivar svimjing.com.

Í innleiðandi riðlunum setti hon føroyskt juniormet við tíðini 27.09 sek. Gamla metið á 27.17 átti Vár sjálv.

Í hálvfinaluni seinni um dagin betraði hon um juniormetið eins og hon væl og virðiliga setti nýtt føroyskt met. Vár svam teinin við tíðini 26.84 sek., sum er væl skjótari enn føroyska metið á 27.06 sek., sum Astrið Foldarskarð setti á Danish Open í 2016.

Hetta skuldi tó vísa seg verða lítið av miklum, tí at í finaluni setti hon enn einaferð nýtt føroyskt met. Og hesaferð lat Vár ongan iva verða um at hon er skjótasti kvinnuligi føroyski svimjarin á teininum nakrantíð. Vár svam seg til nýtt føroyskt met og gullheiðursmerkið í juniorbólkinum á Bergen Swim Festival við tíðini 26.52.

Vár hevur við hesum framúr avrikið betra um føroyska metið á 50 metrar frí hjá kvinnum við meiri enn einum hálvum sekundi, og er fyrsta føroyska kvinnan undir 27 sekund á teininum.