Varaforsetin í UEFA á vitjan á Ráðhúsinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

16.10.2017 - 17:48

Tíðindi >

Seinnapartin var varaforsetin í UEFA, Karl Erik Nilsson, á gátt á Ráðhúsinum, har hann var á fundi við Anniku Olsen, borgarstjóra.

Karl Erik Nilsson er á stuttari kunningarvitjan í Føroyum. Á ferðini hevur hann millum annað hugt at útbyggingini á Tórsvølli, sum Tórshavnar kommuna hevur verið við til at fíggjað. Karl Erik Nilsson er svii, er fyrrverandi altjóða dómari og er eisini formaður í HatTrick-nevndini hjá UEFA, ið lutvíst fíggjar leikvøllir í limalondunum.

Norðurlond hava við Karl Eriki Nilsson góða umboðan á evstu rókum í UEFA, og vitjan varaforsetans í Føroyum er liður í arbeiðinum at fáa innlit í grannalondini og umstøðurnar hjá fótbóltinum á okkara leiðum.

Annika Olsen, borgarstjóri, nevndin á fundinum, at fótbólturin gevur høvuðsstaðnum nógv, og at altjóða vitjanirnar í Føroyum, tá ið dystirnir verða leiktir á Tórsvølli, bæði geva føroyingum minniligar upplivingar umframt, at útlendsku gestirnir leggja nógvan pening eftir sær á eitt nú matstovum, gistingarhúsum og í handlum í Havn og aðrastaðni eisini.

Varaforsetin í UEFA kom til landið í dag og fer avstað aftur í morgin.

Á myndini síggjast Karl Erik Nilsson, varaforseti í UEFA, Annika Olsen, borgarstjóri, og Christian Andreasen, forseti í FSF.